Jógvan Skorheim í Fólkaflokkin

Jógvan Skorheim í Fólkaflokkin
-Fyrsta málið er býráðsvalið í november, sigur fyrrverandi formaðurin í Sjálvstýri, sum eisini hevur verið borgarstjóri í Klaksvík í átta ár.
14.03.2024 - 19:23

Jógvan Skorheim er í dag blivin partur av Fólkaflokkinum. Hann bleiv valdur á løgting fyri Sjálvstýri í 2011, og fýra ár seinni bleiv hann formaður í flokkinum. Eisini hevur hann verið borgarstjóri í Klaksvík í átta ár, frá 2013 til 2020, og hann situr framvegis í Klaksvíkar Býráð. Í 2021 fór Jógvan Skorheim frá sum formaður fyri Sjálvstýri, og hann meldaði seg samstundis úr flokkinum. Jógvan Skorheim stillaði ikki upp til løgtingsvalið í 2022.

Hóast átta ár sum borgarstjóri í Klaksvík vil Jógvan Skorheim ikki siga beinleiðis, at hann fer eftir borgarstjórasessinum á kommunuvalinum í november.

-Fyrst og fremst snýr tað seg um at styrkja Fólkaflokkin, sigur Jógvan Skorheim.

Sambært honum vil úrslitið av kommunuvalinum gera av, um hann seinni fer at stilla upp til løgtingsval.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040