Nýggjar gøtur í Tjørnuvík kunnu skjótt fara í brimi

Nýggjar gøtur í Tjørnuvík kunnu skjótt fara í brimi
Nýggjar gøtur verða nú gjørdar til tey nógvu ferðafólkini, sum vitja á sandinum í Tjørnuvík. Vandi er tó fyri, at tær bara halda til næsta stormin
Fríði Birgirsson Olsen
Í Tjørnuvík gera útlendingar tríggjar gøtur oman á sandin.
03.05.2024 - 10:24

Fyri sættu ferð skipar Visit Faroe Islands fyri tiltakinum 'Closed for Maintenance'. Eitt av teimum átta støðum um landið, har útlendingar eru komnir higar at arbeiða, er í Tjørnuvík.

Teir gera tríggjar nýggjar gøtur oman á sandin.

Vandi er tó fyri, at gøturnar ikki hava so drúgva livitíð. 

- Tær halda ikki longur enn til næsta stormin, sigur Dávur Emil Hansen, arbeiðsmaður í Sunda Kommunu.

 

Ivasamt um tað gagnar umhvørvinum

80 útlendingar úr nógvum ymiskum londum eru sjálvbodnir komnir higar at arbeiða, umframt at okkurt um 50 føroyingar eisini eru við. 

Útlendingarnir í Tjørnuvík eru glaðir fyri at fáa møguleikan at vera við, men ein av teimum setir tó spurning við, um tað er rætt umhvørvisliga at broyta sandin.

- Júst hesa verkætlanin havi eg eitt sindur av ótta um. Eg eri ikki vísur í, um hetta gagnar umhvørvinum. Kanska gagnar tað samfelagnum, men eg veit ikki, um tað gagnar umhvørvinum, tí tað sær út til, at vit broyta sandin. Vit mugu síggja, hvussu leingi tað heldur, sigur Stuart Butler, franskur eingilsmaður.

Norskur sandur verður nýttur til gøturnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083