Håkan váttar: Páll segði nei, takk

Håkan váttar: Páll segði nei, takk
Hesa ferð var ætlanin at taka bæði Klæmint A. Olsen og Páll Klettskarð, men framherjin úr KÍ tók ikki av. Tað váttaði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, á tíðindafundi í dag
Finnur Justinussen / leit.fo
27.05.2024 - 11:13

Páll Klettskarð fekk í boði at vera við í føroyska landsliðshópinum til Baltic Cup í næstum, men KÍ-framherjin tók ikki av.

Tað váttaði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson á tíðindafundi fyrrapartin, har føroyski hópurin var kunngjørdur.

Tað var dimma.fo, sum í gjár skrivaði, at KÍ-toppskjúttin hevði sagt nei, takk til landsliðskjansin, sum hann annars ikki hevur fingið nógvar av síðstu árini.

 - Eg tosaði við Páll í gjár, og vit hava tosað saman fyrr, tá hann ikki hevur verið tikin út. Eg helt, at hesa ferð var møguleiki fyri at taka bæði Klæmint (Andrasson Olsen, red.) og Páll við, og meta, hvør skal spæla við frameftir, men hann segði nei, takk, og tað góðtaki eg sjálvandi, segði Håkan Ericson.

Hoyr Håkan Ericson greiða frá støðuni omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576