Heidi Sevdal: Vit vaskaðu tapini av okkum

Heidi Sevdal: Vit vaskaðu tapini av okkum
- At vinna á teimum í dag, var ekstremt gott fyri okkum, segði aldursforsetin og málskjúttin Heidi Sevdal eftir 2-1 sigur á Montenegro í EM-undankappingini
12.07.2024 - 19:39

Heidi Sevdal var troytt av at tapa ímóti Montenegro. 

Tvær ferðir í 2023 og eina ferð í ár eru føroysku fótbóltskvinnurnar farnar av vølli aftir ósigur fyri landinum av Balkan, og tí var tað eitt toppmotiverað føroyskt lið, sum fór á Tórsvøll til síðsta heimadystin í hesi kappingini ímóti júst Montenegro.

 - Vit taptu øgiliga tepurt á heimavølli, og so vórðu vit avhølvaðar á útivølli, so at vinna á teimum í dag, var ekstremt gott fyri okkum fyri at reinsa tað av okkum aftur, segði royndi framherjin.

Tað var Heidi Sevdal, sum legði Føroyar framum, tá 19 minuttir vóru spældir, við einum vøkrum skoti í handara málhorn frá brotsteigarmarkinum. Montenegro javnaði tríggjar minuttir seinni, áðrenn Jensa Tórálvsdóttir avgjørdi dystin við langskoti.

Føroyar hevur nú seks stig, áðrenn seinast dystin í hesi EM-undankappingini ímóti stigaleysa Andorra, sum tekur ímóti í Pyrineafjøllunum týsdagin.

 - Vit vunnu tær á heimavølli, og vit eru spentar til tann dystin eisini.

So tit vilja enda væl?

 - Ja, absolutt, staðfesti Heidi Sevdal.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391