Venjarin: - Hava arbeitt hart fyri hesum

Venjarin: - Hava arbeitt hart fyri hesum
Signe Pries Andersen var glað fyri føroyska sigurin á Montenegro. - Genturnar fylgdu ætlanini, og eg eri sera errin av teirra avriki, segði landsliðsvenjarin
12.07.2024 - 19:27

Landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Signe Pries Andersen, var errin av avrikinum í 2-1 sigrinum á Montenegro á Tórsvølli.

 - Hava arbeitt hart fyri hesum, segði hon eftir dystin.

Føroyar spældu ein sera góðan dyst, og við málum frá Heidi Sevdal og Jensu Tórálvsdóttir fyri steðgin, tryggjaðu føroysku kvinnurnar sær trý stig í seinasta heimadystinum í hesi EM-undankappingini. 

 - Genturnar fylgdu ætlanini, og eg eri sera errin av teirra avriki, segði Signe Pries Andersen. 

Føroyar hava nú seks stig í bólki C3 aftanfyri Montenegro, sum er nummar tvey við 10 stigum og Grikkaland, sum er fremst við 13 stigum.

Møguleiki er at koma upp á níggju stig, tá Føroyar vitja Andorra týsdagin í síðsta dystinum í undankappingini. Andorra er aftast í bólkinum, og hevur einki stig fingið enn.

 - Vit skulu gleðast um sigurin, men vit skulu eisini hyggja frameftir. Vit hava eina langa ferð fyri framman, segði landsliðsvenjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595