Minni oljunýtsla og betri góðska

Minni oljunýtsla og betri góðska
Nýggi Finnur Fríði brúkar minni olju, meira er gjørt við kølitangarnar, so at til ber at fáa góðskuna á fiskinum upp, og meira er eisini gjørt fyri at betra um trygdina umborð
26.08.2024 - 19:20

- Skipið hevur roynst væl á royndartúrum og á heimferð, sigur Andri Hansen, skipari.

Leygardagin var stór móttøka fyri Finni Fríða í Norðragøtu, tá ið fleiri túsund fólk vóru umborð.  

Finnur Fríði er 88 metrar langur og knapt 17 metrar breiður.

Stásiliga skipið, sum kostar 350 milliónir krónur, er gjørt liðugt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen og skrokkurin er bygdur í Póllandi.

Varðin hevur lagt dent á trý viðurskifti, nú nýtt skip er bygt.

- Tað fyrsta er at brúka minni olju. Annað er at køla fiskin skjótt niður fyri at betra um góðskuna á fiskinum, og tað triðja er at betra un trygdina umborð, sigur Hardi Hansen, maskinstjóri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595