Meinhard Olsen: Eg kundi vant aftur í morgin, um tað er

Meinhard Olsen: Eg kundi vant aftur í morgin, um tað er
Meinhard Olsen var aftur á føroyska landsliðnum eftir drúgvan knæskaða, og vongurin var kanska eyðsýndasti spælarin hjá Føroyum í javnleikinum ímóti Norðurmakedónia
07.09.2024 - 17:47

Tað var eyðsæð, at Meinhard Olsen gleddist um at spæla aftur á Tórsvølli. 

Vongurin hevur verið leingi uttanfyri við knæskaða, men hann taldist millum eyðsýndastu spælararnir í javnleikinum ímóti Norðurmakedónia. 

 - Eg kendi meg væl. Eg spæli so at siga allar dystirnar í Norra og kenni, at eg orki øgiliga væl at renna. Eg eri kanska ein sterkari útgáva av mær sjálvum, enn eg var áðrenn skaðan, segði Meinhard Olsen.

Runavíkingurin gjørdi tað, sum ofta hevur manglað á manslandsliðnum. Hann rann aftur um norðurmakedónsku verjuna og bjóðaði av ein ímóti einum, tá tað bar til. 

Føroyar løgdu seg framum longu í 9. minutti, tá Viljormur Davidsen sendi brotsspark í netið, men beint eftir steðgin tók Enis Bardhi av, tá hann eisini fekk kjansin frá ellivu metrum.

Heimaliðið hevði fleiri kjansir eftir steðgin, men norðurmakedónararnir høvdu helst hin størsta, og tí var javnleikur helst á góðari leið.

 - Har vóru góðir møguleikar, serliga í bakrúminum, og vit fingu revsað teir upp á tað í fyrra hálvleiki, men so er tað tær síðstu lítlu avgerðirnar, tey síðstu lítlu tingini í skot- og innleggstøðum, har vit kunnu taka øll trý stigini. Men sum heild haldi eg, at har vóru góðir tendensir, segði Meinhard Olsen.

Týsdagin spæla Føroyar aftur í Nations League. Tá tekur Lettland ímóti á Skonto-leikvøllinum í Riga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650