Nations League: Avgerandi stig á Tórsvølli

Nations League: Avgerandi stig á Tórsvølli
Føroyar skulu helst hava seks stig í komandi Nations League-heimadystunum ímóti Armenia og Lettlandi. Tað siga bæði Jóannes Bjartalíð og Bárður á Reynatrøð
08.10.2024 - 16:27

Teir eru rættiliga avgjørdir undan Nations League-heimadystunum ímóti Armenia og Lettlandi.

 - Seks stig her á Tórsvølli, sum er okkara borg, sum skal vera okkara borg. Tað er tað, sum vit fara eftir, ja, sigur Bárður á Reynatrøð, og Jóannes Bjartalíð tekur undir við liðfelaganum.

 - Vit hava tveir heimadystir, so vit hopa sjálvandi upp á seks stig, tað gera vit, sigur Fredrikstad-miðvallarin.

 

Aftur á vøllinum

Jóannes Bjartalíð er aftur á vøllinum og aftur í landsliðshópinum eftir eitt skaðadarvað kappingarár uttan nakran landsdyst.

 - Tað er sjálvandi heilt fantastiskt at vera á vøllinum aftur og spæla fótbólt. Tað er sjálvandi tað, tú vilt sum fótbóltsspælari, sigur hann, men ásannar samstundis, at hann ikki er í toppformi enn.

 - Eg eri ikki har, sum eg kann vera, men eftir umstøðunum eri eg væl fyri og byrji at líkjast einum fótbóltsspælara aftur.

Støðan er nøkulunda hin sama hjá liðfelaganum úr Fredrikstad, Brandi Hendrikssyni Olsen, og tí er ilt at siga, hvussu stóran leiklut teir fáa. 

 - Tá tú kemur aftur frá skaða, veitst tú ikki, hvussu kroppurin reagera upp á venjingarnar, so tekur tú tað dag fyri dag. Men higartil gongur alt væl, og kroppurin hevur tað gott. So alt kann henda, sigur Jóannes Bjartalíð.

 

Hørð kapping um málmansplássið

Ivi er eisini um málmansplássið. Hvørki Mathias Heðinsson Lamhauge ella Teitur Matras Gestsson vóru við ímóti Norðurmakedónia og Lettlandi í september, og tí stóð Bárður á Reynatrøð millum stengurnar.

Hesa ferð eru allir tríggir við.

 - Vit kalla okkum "GK union" og vit hava tað gott saman, men vit vita, hvat tað ber í sær at vera málverji. Tað er ein, sum spælir, og tveir sum sita uttanfyri, sigur Bárður á Reynatrøð, sum ætlar sær at varðveita plássið, hóast kappingin er hørð.

 - Eg haldi ikki, at eg havi spælt meg av yvirhøvur, men eg veit, at hinir báðir hava gjørt tað gott, tá teir hava fingið kjansin. So tað má venjarin um, og eg eri klárur, um tað skuldi verið, sigur málverjin hjá Víkingi.

Føroyar spæla ímóti Armenia hóskvøldið og Lettlandi sunnudagin. Báðir dystirnir verða vístir í Kringvarpinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650