Skulu arbeiða til vit eru 70

Skulu arbeiða til vit eru 70
Pensjónsaldurin hækkar til 68 í 2030, og síðani stigvíst upp í 70 í 2042
07.11.2024 - 19:25

Vit skulu arbeiða longri. 

Tað ætlar landsstýrið, sum í dag hevur sent eitt uppskot til hoyringar um at hækka pensjónsaldurin.  

Pensjónsldurin er í dag 67,5, og verður 68 ár í 2030. 

Við hesum uppskotinum hækkar pensjónsaldurin við 3 mánaðum um árið. Fyrstu ferð í januar í 2035 til 68 ár og 3 mánaðir, og seinastu ferð í 2042, tá pensjónsaldurin hækkar upp í 70 ár.

Tvs. at pensjónsaldurin fer at hækka skjótari, enn hann hevur gjørt. 

Hetta merkir, at tey, sum í dag eru 52 ella yngri, skulu arbeiða til tey eru 70.

Í uppskotinum er lagt upp til, at aldursmarkið til framskundaða pensjón skal vera 65 ár frá 1. juli 2030, og tí ikki fer at fylgja fólkapensjónsaldrinum, sum tað ger í dag við, at vera 3 ár áðrenn fólkapensjónsaldur.

Endamálið við uppskotinum er at betra um haldførið í føroyska búskapinum, og eisini er ásett, at Løgtingið aftur í 2030 skal taka støðu til pensjónsaldurin frá 1. januar 2043.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493