Eyð ætlar sær aftur í borgarstjórasessin

Eyð ætlar sær aftur í borgarstjórasessin
Við 164 atkvøðum gjørdist Eyð Ellingsgaard greiður toppskjútti, og líkt er til, at hon heldur fram sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu
12.11.2024 - 22:47

Vegirnir og kloakkirnar skulu framvegis røkjast í Sørvágs kommunu, verður Eyð Ellingsgaard borgarstjóri næstu setu.

Og tað er tað nógv, sum bendir á. Tí við 164 atkvøðum gjørdist Eyð Ellingsgaard greiður toppskjútti á valinum. 

 - Hotellið er júst opnað, simulatorurin kemur at opna og vit skulu hava eitt nýtt sjósavn um ikki so langa tíð. Vága Floghavn ger eina risa útbygging, sigur Eyð Ellingsgaard.

Kemur ítróttarhøllin?

 - Nú eru vit í tí støðu, at vit eru farin í holt við barnagarð. Vit hava ikki somikið av pengum, at vit klára tvær stórar verkætlanir í einum, men eg fari at gera mítt. Eg ynski eisini eina høll í Sørvági, so mín partur skal ikki liggja eftir, sigur Eyð Ellingsgaard.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334