Liðskiparin: Tað var primitivt men riggaði til UG

Liðskiparin: Tað var primitivt men riggaði til UG
Føroyski málskjúttin, Viljormur Davidsen, fegnaðist um góða arbeiðsinnsatsin hjá Føroyum í tepra Nations League-sigrinum á Armenia
14.11.2024 - 19:36

 - Ein fantastisk kensla. Hetta er ein ordilgur arbeiðssigur. Vit spældu ótrúliga primitivt, men vardu ótrúliga væl. Tað var gameplanin, og tað riggaði til UG.

Tað segði føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen, sum sjálvur avgjørdi Nations League-dystin ímóti Armenia við brotssparki fyri steðgin.

Í seinna hálvleiki leikaði hart á frammanfyri føroyska málinum, men tað, sum verjan ikki stóð fyri, tók Teitur Matras Gestsson í føroyska málinum.

Viljormur Davidsen gleddist um endiliga at fáa trý stig í einum kappingardysti aftur eftir laku úrslitini seinastu tvey árini.

 - Sigurin hevur ótrúliga stóran týdning. Eg var sjálvur við fyri 10 árum síðani, tá vit vunnu á Grikkalandi, og at vinna her í dag er fantastiskt. Nú haldi eg, at vit liggja nummar tvey í bólkinum, segði hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650