Mítt lívsverk – eitt portrett av Pál Weihe

Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
26-12-2024
Síðani 1984 hevur Pál Weihe, professari, staðið á odda fyri at savna inn blóðroyndir í hundratúsundtali frá okkum føroyingum. Í royndunum goyma seg svar upp á ymiskar spurningar um sjúkur, sum vit í framtíðini kunnu fáa brúk fyri. Royndirnar hava ligið spjaddar í frystarum ymsastaðni í Føroyum og í Danmark, men Pál hevur øll árini ynskt at fáa savnað alt hetta tilfarið í Føroyum - á einum staði, undir tryggum umstøðum. Í sendingini fylgja vit Páli í hansara gerandisdegi til arbeiðis í Sigmundargøtu í Havn, og vit eru eisini við honum til fundir uttanlands. Men sendingin gevur okkum eisini innlit í privatpersónin, Pál Weihe. Vit vitja m.a. í heimbygdini Sørvági, vitja aftur á gamlar slóðir í Keypmannahavn - og so eru vit eisini við til ein forkunnugan døgurða saman við góðum vinum.

Mítt lívsverk – eitt portrett av Pál Weihe

Síðani 1984 hevur Pál Weihe, professari, staðið á odda fyri at savna inn blóðroyndir í hundratúsundtali frá okkum føroyingum. Í royndunum goyma seg svar upp á ymiskar spurningar um sjúkur, sum vit í framtíðini kunnu fáa brúk fyri. Í sendingini fylgja vit Páli í hansara gerandisdegi til arbeiðis í Sigmundargøtu í Havn, og vit eru eisini við honum til fundir uttanlands. Men sendingin gevur okkum eisini innlit í privatpersónin, Pál Weihe.