Heim, kæra heim

Heim, kæra heim (1:3)
23-01-2025
Í fyrsta parti av øðrum umfari av "Heim, kæra heim" verður vitjað í einum dreymahúsum í Miðvági, og í eyðkendu Nólsoyarstovu í Havn, ið er ehimsarumvæld

Í Miðvági búgva Tanja Lið og Allan Eiriksson í nýggja húsinum, tey sjálvi hava teknað. Her er modernað við stórum alrúmi, nógvum vindeygum og einum biografi. - Tað ber til at fáa sína dreymahús, hóast tú hevur eitt búskett at halda. Tað snýr seg um raðfestingar, siga Tanja og Allan. Eisini vitja vit søguliga ognina í Gongini í Havn, Nólsoyarstovu, sum upprunaliga er frá seinast í 1700-talinum. Anna Maria og Hans Østerø keyptu í 2019 eyðkenda bygningin, sum av álvara var fallin í órøkt. Seinastu útvið fimm árini hevur parið heildarumvælt Nólsoyarstovu, soleiðis at bygningurin í dag hevur tríggjar serstakar og áhugaverdar íbúðir. 

Heim, kæra heim

Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.

Í fyrsta parti av øðrum umfari av "Heim, kæra heim" verður vitjað í einum dreymahúsum í Miðvági, og í eyðkendu Nólsoyarstovu í Havn, ið er ehimsarumvæld
23-01-2025
Í triðja og seinasta partinum í hesum umfarinum av "Heim, kæra heim" vitja vit á Mikkjalstrøð í Havn, á Velbastað og í Hvalba.
22-02-2024
Hesa ferð fara vit á gátt í einum húsum á Velbastað við suðurlendskum stíli, í einari lítlari perlu á Norðoyri og í einum arkitekt-teknaðum húsum í Gundadali í Havn.
15-02-2024
Hesa ferð vitja vit trý áhugaverd heim í Nólsoy, Syðrugøtu og á Sandi.
08-02-2024
Komandi trý hóskvøldini sleppa vit at kaga inn í ymisk býli kring landið, sum øll á sín hátt eru áhugaverd.
02-02-2024