Holocaustdagur uttan Amnesty

Holocaustdagur uttan Amnesty
Vit mugu standa inni fyri tí, sum vit eru partur av - og tað kundu vit ikki í hesum førinum, sigur Amnesty Føroyar, um avgerðina at trekkja seg frá føroyska holocaustdegnum
27.01.2025 - 19:23

Støðan í Gasa kundi ikki viðgerast á hesum tiltakinum, og tað kunnu vit ikki standa inni fyri. Tað sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty Føroyum, nú felagsskapurin valdi ikki at luttaka í føroyska holocaustdegnum. 

Nám skipaði fyri fyri holocaustdegnum - í ár varð sjóneykan sett á fólkamorðið í Kambodja fyri 50 árum síðan.

"Vit valdu at trekkja okkum, tí vit fingu boð um at samrøðan við Marjuna Syderbø Kjelnæs um bókina 'marta marta' skuldi takast av skrá." Greiðir Turið Maria Jóhansdóttir frá. 

Bókin hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs snýr seg um eina føroyska gentu, sum er í kibbutz í Ísrael. Hon umrøðir eisini viðurskiftini millum Ísrael og Palestina. 

Tá bókin bleiv tikin av skrá, so merkti tað eisini, at støðan í Gasa bleiv tikin av skrá. Tað kundu vit í nevndini ikki standa inni fyri, sigur aðalskrivarin í Amnesty Føroyum. 

Kringvarpið hevur roynt at fingið viðmerking frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, men tað hevur ikki eydnast. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194