Estetiskur fimleikur: Lyra eitt vet betri

Estetiskur fimleikur: Lyra eitt vet betri
Lyra úr Ljósinum vann á Miru úr HF í fyrstu steypakappingini í estetiskum fimleiki fyri kvinnur
28.01.2025 - 09:11

Kvinnuliðið hjá Ljósinum, Lyra, var eitt vet betri enn Mira úr Havnar Fimleikafelag, tá fyrsta steypakappingin í estetiskum fimleiki var í Havn í vikuskiftið.

Lyra fekk 24,05 stig, meðan tær úr Havnar Fimleikafelag fingu 23,15.

Í mun til undanfarin ár eru tríggjar steypakappingar ístaðin fyri tvær, tá Mira hevur framvegis møguleikan at fáa liðið úr Ljósinum aftur.

FM-kappingin er í mai, men Lyra ætlar sær eisini uttanlands at kappast í altjóða kappingum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776