- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka - Fyrilestrar
Robert Imre er lektari í stjórnmálafrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur ph.d. í statsvísindi og hevur starvast sum granskari á universitetum og granskingarstovnum í Kanada, Finnlandi og Australia.
Framløgan hjá Robert Imre snýr seg um trygdarvandar, ið ikki eru hernaðarligir, og hvussu smátjóðir sum Føroyar kunnu og mugu verja seg móti hesum. Framløgan er á enskum.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/visindavoka_0.png?itok=-ij2Ii8c)
Vísindavøka - Fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.