- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka - Fyrilestrar
Monika Mohr er cand.mag. í sálarfrøði og heilsufremjan og starvast sum fulltrúi í Heilsustýrinum.
Framløgan hjá Moniku Mohr snýr seg um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungdómi og er grundað í eini kanning, sum vísir, at tað eru tey ungu, sum í størstan mun meta seg hava vánaligastu sálarligu heilsuna í Føroyum.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/visindavoka_0.png?itok=-ij2Ii8c)
Vísindavøka - Fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.