- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka - Fyrilestrar
Hannes Gislason er professari í kunningar- og samskiftistøkni og útbúgvingarleiðari í dátuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur ph.d. í alisfrøði og nanotøkni.
Framløgan hjá Hannes Gislason snýr seg um arvastreingin hjá føroyingum og um genetiskt fjølbroytni, innannøring og skyldskap langt aftur í tíðina. Kanningar hjá honum geva ábendingar um, at fyrsta landnám Føroya var tvær til tríggjar øldir fyrr enn áður hildið.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/visindavoka_0.png?itok=-ij2Ii8c)
Vísindavøka - Fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.