Estetiskur fimleikur: Munurin hjá kvinnunum tódnaður

Estetiskur fimleikur: Munurin hjá kvinnunum tódnaður
Lyra er framvegis Føroya besta estetiska fimleikalið. Kvinnurnar úr Ljósinum vunnu aðru steypakappingina á Miru úr Havnar Fimleikafelag, men munurin var minni enn seinast
24.02.2025 - 13:31

Vinnarin var hin sami, sum seinast, men munurin ímillum Lyru á fyrsta plássið og Miru á øðrum plássi er tódnaður nakað.

Kvinnurnar úr Ljósinum fingu 23,42 stig, meðan tær úr Havnar Fimleikafelag fingu 23,00, nú onnur steypakappingin í estetiskum fimleiki var í Klaksvík um vikuskiftið.

Í ár eru tríggjar steypakappingar í mun til tær tvær, sum hava verið undanfarin ár, og tí ber framvegis til hjá Miru at yvirhála Lyru, sum kortini má metast sum stórfavorittur.

Um ein mánað er 3. steypakappingin á skránni í Bylgjuni í Runavík, men áðrenn tað, skulu bæði kvinnuliðini til útlendskar kappingar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923

Meira um sama evni