Heðin Brú

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Heðin Brú 1:2
20-03-2025
- loystur úr fjøtrum, fø. dokumentarur
Rithøvundurin Heðin Brú mundi eiga innivist í stovuni í mongum føroyskum heimi í sínari tíð. Í nógvum húsum sóust allar hansara bøkur standandi á hillunum. Skaldsøgur og stuttsøgusøvn í einari røð. Føroyingar lósu Heðin Brú. Hann skrivaði søgur, sum fólk kendu seg aftur í og tóku til sín. Av føroyskum prosahøvundum, var hann kanska tann, sum føroyingar í drúgt áramál vóru bestir við. "Feðgar á ferð", ið fleiri ferðir var lisin sum framhaldssøga í útvarpinum, hevur vunnið støðu sum klassikari í føroyskum bókmentum. Bøkur hansara vóru eisini týddar til fleiri fremmandamál og lisnar víða hvar. Hann verður framvegis mettur sum eitt av mætastu prosaskaldum, ið skrivað hevur á føroyskum. Heðin Brú var listamannaheiti, ið Hans Jákup...

Heðin Brú

Dokumentarrøð um Heðin Brú í tvinnanda pørtum. Við undantaki av stuttfilminum "Tríggir varðar", sum felagið Tór-film í 1977 gjørdi um William Heinesen, Heðin Brú og Christian Matras, eru hetta fyrstu føroysku heimildarsendingar um kenda og fólkakæra føroyska rithøvundin.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.