- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein varði í lívi mínum
Vit spola tíðina aftur til 1984. Nikodemussangbólkurin við M.C. Restorff á odda skipaði fyri konsert í Norðurlandahúsinum. Konsertin bleiv upptikin til live-útgávu og kom út á kasettuband stutt eftir. Góð 40 ár seinni er upptøkan tikin fram aftur og við nýmótans talgildari tøkni reinsað so frægt, sum til ber. Vit tosa við M.C. Restorff um konsertina, sum var rættiliga slóðbrótandi tá í tíðini, og vit hoyra brot úr konsertini.

Ein varði í lívi mínum
Í 1984 var ein legendarisk konsert í Norðurlandahúsinum, sum Nikodemussangbólkurin, við M.C. Restorff á odda, skipaði fyri. Hetta var í eini byltingartíð, har mann í kristiligum samanhangi fór frá tí meira siðbundna orglinum til at brúka rytmisk ljóðføri og geva vertsligum sangum ein kristiligan tekst. Við nýggjari tøkni hevur tað eydnast at miksa ljóðið av nýggjum. Óli Poulsen hevur ljóðblandað, Kári Sólstein og Hans Petur Hansen hava tikið samrøðuna upp, og Carsten M. Arnskov hevur lagt til rættis.