Andrias Edmundsson: - Vit blaka alt í skrellispannina

Andrias Edmundsson: - Vit blaka alt í skrellispannina
- Vit gera nógv ordiliga gott, og so blaka vit alt í skrellispannina í síðstu sekundunum, segði Andrias Edmundsson, sum hevði ilt við at trúgva, at onki stig kom burtur úr
25.03.2025 - 22:50

- Eg trúgvi tí næstan ikki, segði Andrias Edmundsson.

Tað var kortini beiskur veruleiki. Montenegro hevði skorað við seinasta sparkinum í dystinum, og stjól stigið, sum føroyingar mestsum høvdu sett á bók.

 - Vit gera nógv ordiliga gott, og so blaka vit alt í skrellispannina í síðstu sekundunum. Kenslan er ræðulig, staðfesti hávaksni miðverjin eftir dystin.

Tað var málleyst á Niksic City Stadion, og teir seks minuttirnir, sum dómarin hevði lagt afturat, vóru nærum uppi, tá heimaliðið fekk lyft ein høgan bólt inn í føroyska brotsteigin. Ein nærdyst og eini tvær skotroyndir seinni fall bólturin fyri føturnar á Edvin Kuc, sum sendi hann í netið umvegis eitt føroyskt verjubein.

Tí eitur úrtøkan einki føroyskt stig eftir tveir teprar ósigrar ímóti Kekkia og Montenegro.

 - Tað er forferdiligt, men fyri meg gevur tað eisini optimismu. Tí hesir jubla, sum teir hava vunnið Champions League-finaluna, og eg gleði meg longu til næstu samling. Nær er tað, vit møta teimum aftur, spurdi Andrias Edmundsson, sum gleðir seg til heimadystin ímóti tjóðini á Balkan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194