- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heðin Brú
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Heðin Brú 2:2
27-03-2025
- leikum fagurt, fø. dokumentarur
Í seinna partinum av dokumentarstuttrøðini um Heðin Brú verður sagt frá árunum eftir 1940. Heðin Brú hevur nú fingið sítt gjøgnumbrot sum rithøvundur. Høvundurin er vorðin familjumaður, tey hava sett búgv uppi undir Varða í Havn, eftir nøkrum árum eru børnini fimm í tali. Hans Jakku, sum navn høvundans í veruleikanum er, tekur í 1942 við sum landbúnaðarráðgevi. Hvør fríløta má tí gagnnýtast, tá skrivast skal. Hann skrivar umborð á ferðamannaskipum millum bygda í arbeiðsørindum, og tá friður er við hús. Børn og abbabørn merkja, at hann hevur nógv um at vera, men hann roynir eftir førimuni at vera um tey øll. Hann er eisini politiskt virkin innan Javnaðarflokkin, og tá landsstýri skal skipast í 1951, er hann løgmansevni floksin...

Heðin Brú
Dokumentarrøð um Heðin Brú í tvinnanda pørtum. Við undantaki av stuttfilminum "Tríggir varðar", sum felagið Tór-film í 1977 gjørdi um William Heinesen, Heðin Brú og Christian Matras, eru hetta fyrstu føroysku heimildarsendingar um kenda og fólkakæra føroyska rithøvundin.
Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.