Úr Hvalinum í Risan

Úr Hvalinum í Risan
Menninir í Róðrarfelagnum á Eiði eru farnir úr 6-mannafarinum Hvalinum í 8-mannafarið Risan, og tað er ikki til stuttleikar. Teir ætla sær at vinna í fyrstu royndini
05.05.2025 - 20:49

Teir vunnu føroyameistaraheitið við 6-mannafarinum Hvalinum í fjør.

Í fjør bjóða menninir í róðrafelagnum á Eiði hinum 8-mannaførunum av um gullið. Teir eru nevniliga farnir í Risan.

 - Vit fara eftir øllum, staðfestir Óli Egilstrøð Magnussen.

Risin er í roynd og veru Nevið Reyða hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum er leigað til Eiðis. Verður tíð til tess, verður 8-mannafarið málað. 

 - Tað verður spennandi at royna at kappast í størri báti, sigur Ingvar Kruse Ellingsgaard.

 - Tað er munur á, tá tú fert upp í stødd. Tú mást broyta okkurt, og finna útav, hvussu tú skalt rógva av nýggjum.

Ætlanin var at fara upp í 10-mannafarsróðurin í ár, men tá tveir mans fingu skaða, var gjørt av, at royna seg millum 8-mannaførini fyrst.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558