Toppfundurin var at vísa samanhald

Toppfundurin var at vísa samanhald
Trygdarpolitiski toppfundurin í Tinganesi í gjár var mest fyri at vísa umheiminum, at londini standa saman, heldur Kjell Inge Bjerga, professari
13.05.2025 - 19:25

Trygdartoppfundurin í Tinganesi í gjár kom brádliga í lag, og hann gekk skjótt fyri seg. Men hann var neyðugur. Serliga fyri at vísa umheiminum, at vit standa saman um Norðuratlantshav , og at vit eru før fyri at hittast við stuttum skotbrá um trygdina í økinum.

Tað heldur Kjell Inge Bjerga, sum er stjóri fyri verjuinstituttið á  lærda háskúlanum hjá norsku verjuni. Og sum professari í verju og trygd.

Tað er ikki av tilvild, at fundurin varð millum júst hesi londini, og at hann varð hildin nú.

Noreg hevur serlig flogfør til at hava eftirlit við havøkjum, og tað kann koma upp á tal, at Noreg skal hjálpa Danmark at hava eftirlit í økinum hjá okkum. Tað er nakað, sum danir hava umrøtt. Tí eftirlit er alneyðugt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053