- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendingar (teknmálstulkað)
Meðan bygdirnar og flestu býirnir kring grønlendsku strendurnar minka, stendur Nuuk, eins og Tórshavn, í stórum vøkstri. Landafrøðiliga er tó stórur munur á. Fólkaríkasta kommunan í Grønlandi við umleið 23.000 íbúgvum, har av umleið 18.000 í sjálvum høvuðsstaðnum, er á stødd við Frakland. Nuuk er eisini heimstaður hjá stórum tali av føroyingum, og í hesi sendingini hitta vit tríggjar teirra. Ein handilsleiðara, sum hevur ábyrgd fyri rakstrinum av fleiri matvøruhandlum í býnum, ein sjálvstøðugur elektrikari, ið selur og setur upp hvítvørur til grønlendskar familjur, eins og eigaran av størstu flutningsfyritøku í Grønlandi.
Lagt til rættis og gjørt sendingina hava:
Kári Mikkelsen og Jens Jákup Hansen.

Sendingar (teknmálstulkað)
Teknmálstulkaðar sendingar og sendirøðir av ymsum slagi eru at finna her.