Nations League: Vilja enda kappingina væl

Nations League: Vilja enda kappingina væl
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum hevur tryggjað sær 2. plássið í sínum bólki, men spælararnir vilja enda Nations League-kappingina væl, tá Slovakia vitjar á Tórsvølli
Jóhanna Thomsen/FSF
Føroyska fótbóltslandsliðið á Chisinau, har úrslitið gjørdist javnleikur 1-1 ímóti Moldova
02.06.2025 - 16:57

Fótbóltskvinnurnar hava tryggjað sær 2. plássið í sínum Nations League-bólki, men oddaliðið Slovakia skal ikki vænta sær lættan dyst á Tórsvølli í síðsta umfari týskvøldið.

 - Tað er ekstremt týdningarmikið fyri okkum, at tað ikki steðgar har, og mann setur seg afturá og er nøgdur. Tað eru vit absolutt ikki. Vit eru gorhungraðar eftir uppaftur meira, sigur liðskiparin, Ásla Johannesen.

Fríggjadagin spældu Føroyar javnt 1-1 ímóti Moldova í Chisinau. Ásla Johannesen legði Føroyar á odda, tá 23 minuttir vóru spældir, men Iuliana Colnic javnaði átta minuttir fyri steðgin.

Úrtøkan í teimum fýra dystunum ímóti Gibraltar og Moldova gjørdist sostatt 10 stig. Júst tað eru tey væl nøgd við í førpysku leguni, hóast tey hildu seg hava uppiborið sigurin í Moldova.

Nú vitjar Slovakia, sum vann 3-0 á Føroyum mitt í februar.

 - Vit ætla at spæla dystin eitt sindur øðrvísi, enn vit gjørdu har yviri. Vit fara at prøva at halda dystinum á lívi so leingi sum gjørligt. At vera væl skipaðar, kompaktar og spæla eitt sindur meira upp á kontra, sigur venjarin, Pætur Smith Clementsen.

  -Vit hava góðar vónir. Vit fara inn eftir øllum, staðfestir Ásla Johannesen. 

Kringvarpið stroymir dystin millum Føroyar og Slovakia á kvf.fo týsdagin klokkan 17.45. Vel 'Sjón' og síðan 'KvF 2'.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532