Landsliðsvenjarin: Avrikið hevur størstan týdning

Landsliðsvenjarin: Avrikið hevur størstan týdning
Føroyar vilja vinna dystin ímóti Gibraltar í kvøld, staðfestir Eyðun Klakstein, men um tað skal eydnast, mugu hugburður, ætlan og avrik vera fremst í huganum
09.06.2025 - 11:17

Fólkið vil hava trý stig, tá føroyska fótbóltslandsliðið við monnum tekur ímóti Gibraltar í HM-undankappingardystinum á Tórsvølli í kvøld.

Tað nervar ikki venjaran, Eyðun Klakstein, tí føroyski hópurin vil akkurát tað sama. Hann leggur kortini dent á, at um úrslitið skal vera gott, mugu spælararnir hava annað fremst í huganum.

 - Fyri okkum handlar tað nógv um hugburð. Hvussu eru vit, tá vit spæla fótbólt. Hvussu fyrireika vit okkum. Og so tað fótbóltsliga. Hvat ætla vit, og hvussu skulu vit gera. Og so tað, sum hevur mest týdning, tá vit koma til dystin; sjálvt avrikið hjá spælarunum, sigur Eyðun Klakstein.

 - Aftaná alt tað, kunnu vit fara at tosa um úrslit.

 

Leypa meir á í somu spælskipan

Føroyska liðið hevur spælt í eini 5-4-1 spælskipan undir leiðslu av Eyðuni Klakstein, og roknað verður við, at útgangsstøði verður hitt sama í dag. Landsliðsvenjarin sigur kortini, at  Føroyar leggja seg eftir at leypa meir á, og tí kann 5-4-1 skjótt broytast til 3-4-3, tá Føroyar hava bóltin.

 - Vit kunnu gott halda nøkulunda fast í okkara spælskipan, tí hon nýtist ikki at vera so øgiliga defensiv allatíðina. Hon kann gott vera meir álopssinnað. Vit kunnu flyta nakrar spælarar. Men um vit skulu vinna dystin, mugu vit eisini gera verjuspælið ordiligt, tí Gibraltar hevur absolutt nakrar spælarar, sum kunnu hótta okkum, sigur Eyðun Klakstein.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576