Patrik: Ein øgilig kensla

Patrik: Ein øgilig kensla
- Tað er ein øgilig kensla at skora fyrsta málið fyri landsliðið á Tórsvølli, segði Patrik Johannesen, sum avgjørdi HM-undankappingardystin ímóti Gibraltar fyri Føroyar
09.06.2025 - 22:48

Fimm minuttir vóru eftir av dystinum ímóti Gibraltar, tá innskifti Patrik Johannesen fekk eitt flatt innlegg frá Jóannesi Kalsø Danielsen.

Framherjin úr KÍ setti høgra fótin á bóltin, og bæði gleðin - og ikki minst lættin - á Tórsvølli vóru týðilig, tí nú vóru Føroyar á sigurskós.

 - Tað er ein øgilig kensla at skora fyrsta málið fyri landsliðið á Tórsvølli, segði Patrik Johannesen beint eftir dystin.

Gibraltar legði seg framum í fyrra hálvleiki, og hóast heimaliðið hevði bóltin nógv, gekk illa við at fáa útjavnandi málið. Ikki fyrrenn 20 minuttir vóru eftir, eydnaðist tað, tá Árni Frederiksberg ikki gjørdi mætari enn at senda eitt horna beinleiðis í málið úr høgru.

 - Eg haldi, at vit spæla ein fínan kamp í dag. Vit skapa nokk av kjansum, og at tað er akkurát eg, sum avgeri tað, er kanska eitt sindur tilvildarligt, segði Patrik Johannesen.

SÍ EISINI: MÁLINI: Árni og Patrik ornaðu paragraffirnar eftir steðgin

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210