Kongshjúnini: Føroyar eru eitt sterkt land og føroyingar eitt errið fólk

Kongshjúnini: Føroyar eru eitt sterkt land og føroyingar eitt errið fólk
Fríðrikur kongur og Mary drotning tóku sær, eftir túrin eftir rennistronginum á Vágseiði, stundir til at tosa við tíðindafólk, og tey høvdu nógv rósandi orð um føroyingar
Bjarni Árting Rubeksen
12.06.2025 - 15:01

"Tann hjartaliga og glaða móttøkan, ið vit hava fingið, hevur rørt okkum djúpt," staðfestu kongshjúnini, tá tey høvdu verið ein túr í rennistrongi tvørtur um Múlagjógv úti á Vágseiði. 

Kongur hefti seg serliga við stóru menningina, ið hann upplivir í Føroyum. 

"Føroyar eru í einari rúkandi menning, men eg haldi eisini, at tað er áhugavert at møta føroyingum, sum eru so vinnufremjandi."

 

Føroyar ótrúliga bergtakandi 

Drotningin var skjót at stuðla undir rósandi orðunum hjá konginum. 

"Føroyar eru eitt sterkt land, og føroyingar eru eitt errið fólk, og skapandi fólk. Eg merki serliga tað, ið vit hava í felag, okkara felags virðir og felags søga, hóast vit eru ymisk lond."

Mary drotning var hugtikin av túrinum í rennistronginum. 

"Tað er lættari at siga ja til at fara í rennistrongin, tá mann stendur við bilin, og áðrenn mann byrjar at ganga yvir móti gjónni. Men tað er so vakurt í Føroyum. Náttúran í Føroyum er ótrúliga bergtakandi, harðrend og ógvusligt, so haruppi merkir mann veruliga, hvat tað er fyri umstøður, ið føroyingar liva undir."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541