Klaksvíkingur svaraði aftur

Klaksvíkingur svaraði aftur
Havnarbáturin vann 10-mannafarsróðurin á norðoyastevnu, men Klaksvíkingur lovaði at svara aftur. Tað lyftið livdu føroyameistararnir væl og virðiliga upp til í Hvalvík
Jan Herman og Annfríð/RSF
17.06.2025 - 10:21

Havnarbáturin tók øll á bóli, tá nýggja 10-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag vann á norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðan.

Føroyameistararnir á Klaksvíkingi máttu viðganga, at góði róðurin hjá havnarmonnum kom óvart á, men lovaðu samstundis, at svara aftur á sundalagsstevnu.

Tað lyftið livdi Klaksvíkingur eisini upp til í Hvalvík, har hvørki Havnarbáturin ella Norðingur megnaði at fylgja við.

Føroyameistarabáturin vann róðurin við tíðini 4:34.02, Havnarbáturin endaði á øðrum plássi við 4:36.18, meðan Norðingur mátti taka til takkar við bronsuni annan róðurin á rað við tíðini 4:38.07.

 - Vit høvdu roknað við at vunni, staðfesti Jógvan Højgaard á Klaksvíkingi. 

 - Tað kendist gott. Mann hevði eitt mentalt yvirskot allan vegin, tí mann visti, at mann var frammanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040