Havnar Róðrarfelag: Ovurstórur áhugi at rógva

Havnar Róðrarfelag: Ovurstórur áhugi at rógva
Tað gongur væl hjá Havnar Róðrarfelag. Felagið hevði heili 16 manningar við á sundalagsstevnu, og áhugin at rógva við drekastevninum er so mikið stórur, at bátar ikki eru til
17.06.2025 - 11:45

Tað gongur væl í Havnar Kappróðrarfelag fyri tíðina. So mikið væl, at felagið ikki hevur bátar til øll, sum vilja rógva.

 - Vit royna at skapa trivna í felagnum. Vit eru saman alt árið. Ikki bara nú, tá kappingar eru, og tað dregur fólk, sigur Bjarti Mohr, formaður.

Í sundalagsstevnu vóru ikki færri enn 16 bátar við drekastevni. 

 - Í ár settu vit ein stoppara í. Nú tóku vit ikki fleiri fólk inn. Tað vóru faktiskt fleiri, sum bóðu um pláss, sum ikki fingu pláss, fortelur formaðurin.

 - Har eru eisini tvey onnur feløg har suðuri, Á Argjum og knørrafelagið, so tað er gott, at tað er eitt sindur til tey eisini, sigur Bjarti Mohr.

Umstøðurnar í Álakerði og nýggja 10-mannafarið hava givið Havnar Róðrarfelag eitt "kick", heldur formaðurin eisini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203