- Tíðindi, mentan og ítróttur
Og ein summardag
Vit fara niðan á Eiðiskoll, sum er áhugaverdur fyri tey, sum dáma at síggja nógv ymisk plantusløg, tá tey fara sunnudagstúr. Vit fara til Suðuroyar í vakra Hvannhagan, og vit hoyra søguna um hermannin á Skansanum, sum stjól rossið hjá fútanum í Norðradali. Og so fara vit tann dýra túrin - á Harley Davidson.

Og ein summardag
Tey flestu vita hvar tey kunnu fara útferð í síni egnu oyggj - men hvar er stuttligt at fara, um tú koyrir ella siglir eitt sindur longur burtur heimanifrá? Vit leita eftir støðum, sum eru vøkur, spennandi fyri børnini, friðsæl, søgulig - støðum har tað ber til at fara sunnudagstúr. Vit fara til dømis ein túr til Slættanesar og at leita eftir sporunum eftir gívrina í Gívrinarholi.