í løtuni

Greta Svabo í løtuni á G!
18-07-2025
Gretu Svabo Bech, ið spælur persónliga sangin “A song for Bella”, ið snýr seg um tær løturnar, ið komu eftir at hon gjørdist mamma.

Triðja framførslan er við Gretu Svabo Bech, ið spælur persónliga sangin “A song for Bella”, ið snýr seg um tær løturnar, ið komu eftir at hon gjørdist mamma. Í øllum gerandisrokinum eru eisini løtur við ró og nærleika. Ein løtur, sum hon sjálv lýsir sum eitt klemm og er íblásturin til hesa vøgguvísuna. 

í løtuni

Í løtuni er ein røð við livandi tónleik úti í føroysku náttúruni. Hvør upptøka er ein einstøk løta, har tónleikur og landslagið mynda eitt rátt og samtíðarligt huglag. Upptøkurnar eru gjørdar á ymiskum vøkrum, sermerktaðum støðum í Føroyum.

Elin Dagbjartsdóttir Neshamar leggur sendingina til rættis. 

Ætla hevur verið á konsertferð í Føroyum, og endabrakið var í Fjósinum á G! festivalinum
19-07-2025
Við mandolu í hond og mjúkum tónum í luftini joikar Emil Kárlson beint inn í hjørtuni á sandinum í Syðrugøtu
19-07-2025
Mitt í mannamúgvuni, omanfyri sandinum í Syðrugøtu, sita Lyon Hansen og Guðrið Hansdóttir og syngja saman 'í løtuni'
19-07-2025
Blue Giants Orkestar koma úr Skotlandi og settu sín sermerkta dám á ársins G! festival
18-07-2025
Gretu Svabo Bech, ið spælur persónliga sangin “A song for Bella”, ið snýr seg um tær løturnar, ið komu eftir at hon gjørdist mamma.
18-07-2025
Karismatiska og litríka brasilianska Líviu Mattos og hennara bólkur spæla á G!, og tey tóku sær eina løtu at spæla eitt lag "Í løtuni"
17-07-2025
Tað var ein eym løta, tá Benjamini Rajani og Jónas Gaard framførdu liva á G! festivalinum
17-07-2025