- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kára skrivað sáttmála við FC Nordsjælland
Kanska størsta talentið innan gentufótbólt í Føroyum, 16 ára gamla Kára Sigurðsson úr Klaksvík, hevur skrivað sáttmála við danska felagið FC Nordsjælland.
Hetta boðar FC Nordsjælland í dag frá á heimasíðu felagsins.
Kára fegnast um trý ára ungdómssáttmálan, ið er galdandi til juni 2028.
"Hetta ger, at næstu trý árini liggur mín framtíð sum fótbóltsspælari í tryggum kørmum."
Besta fótbóltsakademi fyri gentur
FC Nordsjælland hevur, sambært danska fótbóltssambandinum, besta fótbóltsakademi fyri gentur í Danmark.
Kára hevur eisini verið knýtt at FC Nordsjælland seinasta árið, og gjørdist danskur meistari við bæði U16- og U19-gentuliðunum hjá felagnum.
"FC Nordsjælland satsar nógv uppá gentu- og kvinnufótbólt, og hevur eitt sera gott akademi. U14-genturnar blivu vist nokk eisini meistarar, meðan besta kvinnuliðið bleiv silvurvinnari í bæði DM og steypakappingini," greiðir Kára Sigurðsson frá."
Stílar upp á hægstu tindar
Kára Sigurðsson, sum júst er vorðin 16, hevur longu spælt fyrstu dystirnar við besta kvinnuliðnum hjá FC Nordsjælland.
Men málið hjá henni er nógv hægri enn tað.
"Ja," svarar hon avgjørd, tá hon verður spurd, um hon ætlar sær at liva av at spæla fótbólt.
"Eg ætli mær víðari og at spæla við Arsenal ella Barcelona," svarar hon avgjørd, tá hon verður spurd, hvat hon miðar eftir.
Mynd: FC Nordsjælland
Danska stórfelagið FC Nordsjælland hevur næstu trý árini tryggjað sær undirskriftina hjá kanska størsta talentinum innan føroyskan kvinnufótbólt, 16 ára gomlu Káru Sigurðsson úr Klaksvík.
Kára vann í ár DM fyri U16 og U19 við FC Nordsjælland.
Kára hevur longu spælt sín fyrsta dyst við besta liðnum hjá FC Nordsjælland.
Kára er byrja í ti’eren hjá FCN, sum er teirra egna skúlatilboð eftir 9. Flokk.
Sambært danska fótbóltssambandinum, DBU, so hevur FC Nordsjælland besta fótbóltsakademi fyri gentur í Danmark.
Umframt at uppæla góðar fótbóltspælarar, so ganga tey sera høgt uppí trivnað og at uppala góðar persónligheitir.
U14, U16 og U19 blivu allar danske mestre í ár, so hetta er sanniliga tað besta av tí besta.




























