Sendingar (teknmálstulkað)

Hung vitjar Bergtóru Olsen - teknmálstulkað
26-08-2025

Í 1975 vórðu fleiri enn 3000 vjetnamesiskir bátflóttar bjargaðir av einum Mærsk-skipi á opnum havi. Tað verður kallað heimsins størsta bjargingarátak. Skiparin á Mærsk-skipinum var føroyingurin Anton Olsen.
Í apríl í ár vitjaði Hung Quoc Nguyen Bergtóru Olsen, konu skiparan, ið bjargaði lívið á honum fyri 50 árum síðani.
Lagt til rættis: Olivar J. Olsen.

Sendingar (teknmálstulkað)

Teknmálstulkaðar sendingar og sendirøðir av ymsum slagi eru at finna her.