Friðað kirkja bíðar eftir Tjóðsavninum

Friðað kirkja bíðar eftir Tjóðsavninum
- Støðan versnar fyri hvørt á, sigur kirkjuráðsformaðurin á Viðareiði, nú umvælingin av gomlu kirkjuni dregur út
02.09.2025 - 19:24

Kirkjan á Viðareiði er í ringum standi, men umvælingin dregur út, tí kirkjan er friðað. Arbeiðið hevur inntil víðari tikið 9 ár - og framvegis er langt á mál. 

- Støðan versnar fyri hvørt á, sigur Tórhallur Staksá, sum er formaður í kirkjuráðnum á Viðareiði. 

Umvælingin av gomlu kirkjuni byrjaði í 2016, har byrjað var at umvæla kirkjuna uttan. Framvegis er ikki komið á mál, men tað verður væntandi liðugt í ár.

Ikki fyrr enn tann umvælingin er liðug, ber til at umvæla gomlu kirkjuna innan - og har er nokk at tríva í, fortelur kirkjuráðsformaðurin. 

- Her skalt alt út, tað er einki at snakka um, so tað er ein høvuðsumvæling, sigur Tórhallur Staksá. 

Hóast umvælingin hevur tikið drúgva tíð, so liva tey framvegis í vónini á Viðareiði. "Vit mugu hava álit á tey í Havnini", sigur kirkjuráðsformaðurin smílandi. Tá sipar hann til Tjóðsavnið, sum hevur ræði, tá gamlar kirkjur skulu umvælast. 

Les eisini : Skal verða smidligari at umvæla gamlar kirkjur, Neyvan kirkjugongd í Sandvík sunnudagin,Tjóðsavnið ræður fyri Bíggjar kirkju             

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846