Skal verða smidligari at umvæla gamlar kirkjur

Skal verða smidligari at umvæla gamlar kirkjur
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, er sinnaður at broyta lóggávuna
Sandvíkar kirkja.
Mynd: Suðuroyarportalurin  
 
20.08.2025 - 13:02

- Hetta er eitt gott høvi at hyggja upp á lógarverkið hjá fólkakirkjuni. 

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, í sambandi við, at kirkjuráðið í Sandvík hevur avgjørt at steingja kirkjuna, tí atkomuviðurskiftini eru so vánalig.

 

 

Eirikur í Jákupsstovu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í tíðindunum í gjár segði Jógvan Fríðriksson, bispur, at tíðin er búgvin at broyta lógarverkið hjá fólkakirkjuni, so fólkakirkjan, og ikki Tjóðsavnið, hevur ræðið, tá gamlar kirkjur skulu umvælast.

Landsstýrismaðurin sigur, at í fyrstu syftu bíðar hann eftir einum skrivi frá bispi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20082025_Kirkjan_i_Sandvik_og_Eirikur

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053