Gleðir seg til fullsettan Tórsvøll

Gleðir seg til fullsettan Tórsvøll
Tað er altíð eina æra at spæla fyri Føroyar, sama um mótstøðumaðurin eitur Luka Modrić ella Cristiano Ronaldo. Tað sigur Hanus Sørensen, sum gleðir seg til fullsettan Tórsvøll
04.09.2025 - 18:27

Tað verður fullsett á Tórsvølli í annaðkvøld, tá Føroyar tekur ímóti Kroatia í HM-undankappingardysti.

Roknað verður við eini 500 kroatiskum viðhaldsfólkum og fleiri túsund føroyingum á áskoðararplássunum, og tað gleðir Hanus Sørensen.

 - Tað er heilt fantastiskt. Eg var og hugsi inni á FSF-heimasíðuni í dag, og tað stóð, at tað er útselt. So eg gleði meg ekstremt nógv, og tað ger alt toymið eisini, sigur Hanus Sørensen, sum sjálvsagt vónar at byrja inni ímóti Luka Modrić og hinum kroatunum.

LES EISINI: Vit gita: Hetta verður liðið ímóti Kroatia

Miðvallarkabalin skal leggjast av nýggjum, tí Hallur Hansson og René Shaki Joensen ikki eru við, meðan millum annað Gezá Dávid Turi og Jóannes Bjartalíð eru aftur í hvítum, reyðum og bláum. 

 - Tað er líka mikið, hvørjum tú spælir ímóti. Tó vónar altíð at byrja inni á landsliðnum. Tað er ein æra at ganga inn á Tórsvøll sum ein av teimum fyrstu 11, óansæð um tað er ímóti Modrić ella Ronaldo, sigur Hanus Sørensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334