Ikki nøgdur fyrrenn vit fáa skalpin

Ikki nøgdur fyrrenn vit fáa skalpin
Eyðun Klakstein var fullnøgdur við avrikið hjá Føroyum í 1-0 tapinum fyri Kroatia, men venjarin iðraði seg um, at einki stig var at fegnast um
05.09.2025 - 22:37

Landsliðsvenjarin byrjaði við at rósa spælarunum fyri eitt gott avrik ímóti krútsterku kroatunum á Tórsvølli, men tað sást á andlitsbránum, at eitt 'men' fór at koma.

 - Men eg verði ikki ordiliga nøgdur, fyrrenn vit fáa handan skalpin. Fyrrenn vit fáa stig, segði Eyðun Klakstein.

Hann hevði sæð sínar menn vart manniliga, ein málmann, sum bjargaði ferð eftir ferð, og fleiri skjótálop, sum góðu stórar málkjansir. Tíverri eydnaðist tað ikki Hanusi Sørensen, sum átti tveir teir størstu, at skora, meðan Andrej Kramaric var ísakaldur, tá hann fekk kjansin í 31. minutti.

 - Ein eitt sindur tilvildarlig støða, og so er ein maður leysur upp á ein leysan bólt innfyri, segði Eyðun Klakstein.

 - Men um tað er nakað, sum eg skal iðra meg um, so er tað, at vit ikki skora tað fyrsta málið. Vit hava ein risakjans, kanska tveir. Ein ordiliga stóran og ein nokkso stóran kjans, áðrenn teir koma inn í dystin. Tað hevði ikki verið so galið at fingið eitt mál, segði landsliðsvenjarin beint eftir dystin.

Nú ferðast landsliðið til Gibraltar, og var tapið ímóti Kroatia onkursvegna ókeypis, hevur tað stóran týdning at vinna á kappingarneytunum í niðara endanum av stigatalvuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786