Frá risa- til pinkutjóð: Mugu liva upp til favorittleiklut

Frá risa- til pinkutjóð: Mugu liva upp til favorittleiklut
Seinast vóru føroyingarnir teir lítlu ímóti Luka Modric og Kroatia. Nú vera Føroyar tær 'stóru' í Gibraltar. - Vit mugu handfara uppgávuna væl, sigur Andrias Edmundsson
07.09.2025 - 21:20

Munurin millum uppgávurnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum er mangan stórur.

Fríggjakvøldið vóru tað Luka Modric og hinir kroatarnir, sum skuldu liva við at vera stórfavorittar undir bjørtu ljósunum á Tórsvølli. Tað megnaðu teir - so dánt - og tað eru teir eisini vanir við. 

Tað eru føroyingarnir ikki vanir við, men tað mugu teir kortini finna seg í, tá dómarin blásir HM-undankappingardystin ímóti Gibraltar í gongd í annaðkvøld á Europa Point-leikvøllinum.

 - Uppgávur eru øgiliga ymiskar, og vit mugu mugu handfara tað ordiliga væl fyri at vinna dystin, sigur Andrias Edmundsson, sum teldist millum bestu føroysku spælararnar seinast.

 - Tað átti at gingi, tí eg haldi, at vit hava royndir við slíkum, har tú kanska spælir ímóti eini ordiliga stórari tjóð og so ímóti eini minni tjóð, sum kanska ikki hevur so kendar fótbóltsspælarar, heldur miðverjin, sum aftur skal byrja inni mánakvøldið.

 

Fara eftir sigrinum

Hann greiðir frá, at roynir at fyrireika seg til at skula hava bóltin munandi meir enn ímóti kroatunum.

 - Tú hugsar um, hvørjar avleveringar fara at vera. Kanska eitt sindur minni um sjálvt verjuspælið - sjálvt um eg geri tað nógv. Men tað er eitt sindur øðrvísi, tí eg komi heilt sikkurt at hava bóltin nógv meir enn ímóti Kroatia, so tað er hvør sítt, sigur Wisla Plock-spælarin.

Hann sigur, at teir fara eftir sigrinum á Europa Point.

 - Men vit skulu heldur ikki gera okkum so góðar. Um vit spæla ein ringan dyst, so kunnu vit saktans tapa.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096