Gibraltar - Føroyar: Venjarin nýtist onga vakurleikakapping

Gibraltar - Føroyar: Venjarin nýtist onga vakurleikakapping
Føroyar eru favorittar á útivølli ímóti Gibraltar mánakvøldið, men júst hvussu sigurin kemur, leggur venjarin minni í: - Vit skulu bara finna ein máta at vinna dystin upp á
07.09.2025 - 21:13

Føroyar eru favorittur undan HM-undankappingardystinum á útivølli ímóti Gibraltar mánakvøldið. Tað ásannar venjarin Eyðun Klakstein, sum eisini ætlar sær at spæla fyri at fáa øll trý stigini á Europa Point-leikvøllinum.

Eydnast at vinna, leggur venjarin minni í, akkurát hvussu tað sær út.

 - Vit skulu bara finna ein máta at vinna hendan dystin upp á. Um tað ikki verður nøkur sjønheitskapping hesa ferð, leggi eg einki í tað, segði Eyðun Klakstein, tá føroysku menninir vandu í Gibraltar sunnukvøldið.

 

Nakrar broytingar kunnu væntast

Tað er heitt í suðurevropa, og luftin er slavin, tá tað líður út á kvøldið. Soleiðis verður í annaðkvøld, tá dysturin verður, men tað er hóast alt betri enn at spæla í sólskini mitt á degi, heldur venjarin, sum avdúkar, at onkrar broytingar vera í byrjanaruppstillingini.

 - Vit hava gjørt tað allatíð, at vit hava brúkt hópin, tá vit hava spælt tveir tættar dystir. Tað eru jú bara tveir hvílidagar ímillum dystirnar, sum eru øgiliga krevjandi. Ikki minst ein tungur dystur ímóti Kroatia, har tølini vísa, at vit renna meir enn kroatar. Bæði háintensar metrar og metrar samanlagt, sigur Eyðun Klakstein. 

Venjarin sigur, at um tað skal eydnast at fáa eitt líknandi arbeiðsavrik ímóti Gibraltar, mugu nakrir spælarar skiftast út.

 

Lærupeningurin frá seinast

Føroyar vunnu 2-1 í heimadystinum ímóti Gibraltar á Tórsvølli í juni, men tað vóru gestirnir, sum løgdu seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tað hevur Eyðun Klakstein í huganum undan returdystinum.

 - Tá vit slakaðu eitt sindur í verjuspælinum í fyrra hálvleiki, tí vit hildu, at tað var eitt sindur nemmari enn ímóti Kekkia ella Kroatia, so fingu vit trupulleikar. Tølini hjá okkum vísa, at vit slaka mitt í fyrra hálvleiki, og kanska halda vit, at tað fer at ganga óansæð, og so skora teir. So tað hava  vit í øllum førum lært. Vit mugu levera fysiskt, taktiskt, fótbóltsliga á hægstu hill alla tíðina, ella fáa vit trupulleikar, staðfestir Eyðun Klakstein.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237