Martin var errin av avgerandi málinum

Martin var errin av avgerandi málinum
Martin Agnarsson tryggjaði Føroyum sigurin í Gibraltar við sínum fyrsta landsliðsmálið. - Tað eri eg ótrúliga errin av, segði vinstri vongverjin eftir stóru løtuna
08.09.2025 - 22:56

Málið prógvaði kanska júst, hví Martin Agnarsson var valdur at byrja inni á vinstra vongverja ímóti Gibraltar. 

Hann er ungur, kvikur og rennur sólina svarta. Tí var tað, hann stóð heilt inni undir málinum, tá bólturin lendi fyri føtur hansara, tá Brandur H. Olsen royndi seg við skoti, sum málverjin bert hálvbjargaði.

Fyrrverandi B36-spælarin var ísakaldur, og setti bóltin í handara síðunet.

 - Tað eri eg ótrúliga errin av. Í fyrsta umfari fyri at byrja inni. Tað eri eg sera takksamur fyri. Og so gekk tað eisini væl, og tað var ikki verri við einum máli, segði Martin Agnarsson eftir 1-0 sigurin.

Eina lítla løtu mátti hann kortini halda ondini. VAR-dómarin kannaði, um hann stóð í rangstøðu, men skjótt var greitt, at so var ikki.

 - Ja, oh my God, eg var bangin fyri, at hann fór at taka málið aftur. Tað má eg siga, men tá eg sá, tað var góðkent, var tað ein fantastisk kensla, segði málskjúttin.

Gibraltar megnaði ongantíð at svara aftur, og tí fingu Føroyar seks stig burturúr teimum báðum dystunum ímóti Gibraltar. Í oktober vitja Montenegro og Kekkia á Tórsvølli, áðrenn Kroatia tekur ímóti í síðsta dystinum í november.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345