Innanduravøllur skapar spenning um sandflogbólt

Innanduravøllur skapar spenning um sandflogbólt
Spælarar lata væl at eftir sandflogbóltskappingina, sum var á innanduravøllinum í Fuglafirði á mentanardøgunum um vikuskiftið
08.09.2025 - 13:13

Koksið í Fuglafirði var karmur um eina stóra kapping í sandflogbólti á mentanardøgunum um vikuskiftið.

Flogbóltssambandið satsar nógv upp á hesa flogbóltsgreinina, og kappingin varð spæld á nýggjum innanduravølli í eini høll, har umleið 150 tons av sandi var fluttur inn. 

Níggju lið við kvinnum og fimm manslið kappaðust, og spælararnir tøktust væl nøgdir við nýggju møguleikarnar.

 - Hetta var spennandi, tað var skeg at spæla og vit eru sera glað fyri at fáa eina høll sum hesa, segði Filip Ilic, sum tapti finaluna fyri Bjarna Larsen og Oleksandr Dmitriiev, saman við Rana Ákason.

 - Tað var stuttligt at royna. Mær dámdi tað ordiliga væl, og tað gekk ordiliga væl, segði Osla Johannesen, sum var á liði saman við Mariu Teresu Vitalis. Tær báðar hava umboðað Føroyar til EM fyri U20-landslið í Madrid fyri kortum. Um vikuskiftið máttu tær lúta fyri Nicolu Toftegaard og Thirzu Tarazona í hálvfinaluni.

 

Sandflogbólturin ovarliga á dagsskránni 

Flogbóltssambandið fór undir at menna sandflogbólt fyri tveimum árum síðan, og føroysk ungdómslandslið hava longu verið til kappingar uttanlands.

Tveir uttanduravøllir skulu byggjast til oyggjaleikir í Føroyum í 2027 - ein í Sørvági og ein í Fuglafirði, men fyribils er innandura vøllur bygdur, har til ber at kappast og venja meir skipað. Ætlanin er eisini at skipa fyri kappingum næsta summar.

 - Nú kemur hendan fyrsta høllin so seint, so hetta verður helst tað síðsta, sum hendir í ár, men eg rokni við, at hesi ungu fara at venja um veturin, so tey eru klár til komandi ár, segði formaðurin í Flogbóltssambandinum, Peter Holm, sum vónar, at fleiri spælarar fara at leggjast afturat.

Formaðurin vísir á, at fremstu londini á manssíðuni, Norra og Svøríki, dúva nógv upp á innandura vøllir, tí har ber til at venja alt árið áðrenn kappingarnar uttandura um summarið.

 

Tú skalt vera kvikur og orka væl

Vøllurin í sandflogbólti er ein metur styttri og ein metur smalari, men bert tveir leikarar eru á liðnum í mun til teir seks, sum vit kenna frá vanliga flogbóltinum.

 - Tú skalt vera kvikur, tí tú skalt flyta teg skjótt aftur og fram og til hvørja síðu. Tú mást orka væl, tí tað er nógv strævnari at koma runt, og tú nertir annaðhvønn bólt, so tú verður noyddur at levera, segði Bjarni Larsen.

Júst hetta er tað stuttliga við sandflogbólti, siga spælararnir, sum við hesum vænta, at tað verður lættari at gera seg galdandi í altjóða kappingum.

 - Tað er nógv lættari at finna tveir góðar leikarar enn seks, og har kann mann veruliga gera mun, heldur Bjarni Larsen. 

Málið hjá FBF næstu fimm til tíggju árini er at ota seg upp eftir evropeisku styrkilistunum og at vinna heiðursmerki í altjóða kappingum.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852