Løgtingið endaliga samtykt pantskipanina

Løgtingið endaliga samtykt pantskipanina
Skipanin sleppur undan meirvirðisgjaldi, og nú skuldu allar løgfrøðligar forðingar verið ruddaðar burtur
Pantskipanin hevur verið ein drúgvur burður, men nú skuldu allar forðingar verið ruddaðar burtur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.11.2026 - 11:39

Løgtingið avgreiddi fyrrapartin lógarbroytingina, sum skal rudda burtur seinastu løgfrøðiligu forðingina fyri, at nýggja pantskipanin kann takast í brúk.

Við triðju viðgerð varð lógarbroytingin einmælt samtykt við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti. 

 

Drúgv tilgongd

Tilgongdin við pantskipanini byrjaði í 2012, tá var uppskot gjørt um, at handlar skuldu taka ímóti øllum pantíløtum, sama hvar tey vóru keypt. Men ósemja var um, hvussu tað skuldi fyriskipast, og hvør skuldi hava ábyrgdina.

Í 2016 mælti Rúsdrekkasølan til eina felags skipan, har vinnan og renovatiónsfeløgini skuldu samstarva.

Í 2021 boðaði táverandi landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, frá, at nýggja skipanin væntandi fór at koma um heystið.

 


Panthøllin hjá IRF í Sandavági. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Pantskipanin samtykt í 2024

Í mai 2024 bleiv lógin um nýggju pantskipanina loksins samtykt, og IRF fekk ábyrgdina av skipanini.

Síðani varð farið undir at byggja eina panthøll í Sandavági, sum skal taka ímóti pantíløtum úr øllum landinum.

Skipanin skuldi byrja í oktober í fjør, men varð útsett til september í ár.

 

Mvg roknast av pantinum

Tá kom enn ein forðing undan kavi. Tí sambært galdandi meirvirðisgjaldslóg skuldi mvg roknast av pantinum. Tað hevði við sær, at um brúkarin rindaði tvær krónur og 50 oyru í panti, kundi hann enda við bert at fáa tvær krónur aftur, tá ílatið varð latið inn.

Tí varð neyðugt at broyta lógina, so pant sleppur undan meirvirðisgjaldi.

Og tað hevur løgtingið nú endaliga samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793