Venjarin eftir stórsigur: Kundi verið fimm ella seks

Venjarin eftir stórsigur: Kundi verið fimm ella seks
 - Í dag klikkir tað bæði í verju- og í álopsspælinum, og eg haldi, at teir missa eitt sindur mótið, tá vit koma framum 2-0, og so blívur tað fýra, segði Eyðun Klakstein
09.10.2025 - 23:26

Eyðun Klakstein mundi teljast millum kaldastu menn á Tórsvølli hóskvøldið. Ikki tí at vindurin og regnið nervaðu føroyska landsliðsvenjaran, men heldur í týdninginum av, at hann als ikki tóktiskt at fara á flog av at síggja lið sítt skjóta eitt mál fyri og eitt mál eftir í stórsigri á Montenegro.

Venjarin sat heldur við einum lítlum smíli, sum so kanska vaks eitt sindur fyri hvørja ferð útiliðið noyddist fram á miðjuna at geva bóltin upp.

 - Eg havi tað ordiliga gott. Ein flottur sigur, ein stórur sigur, staðfesti hann kortini fyri Tróndi Arge eftir dystin, um onkur skuldi ivast. 

 

Kundi blivið fimm og seks

Eyðun Klakstein hevur saman við makkaranum, Atla Gregersen, lagt øllum eina við, at landsliðið nú fór eftir stigametinum - níggju stig - og um tað skuldi eydnast, var helst neyðugt at vinna á Montenegro. Tað eydnaðist eisini, og tá tað hendi, var tað ikki við mýkindum.

Føroyar snøgt sagt spønaðu Montenegro sundur. Árni Frederiksberg legði upp til trý og skoraði sjálvur eitt, meðan Hanus Sørensen skeyt tvey og tað fjórða var sjálvmál.

 - Í dag klikkir tað bæði í verju- og í álopsspælinum, og eg haldi, at teir missa eitt sindur mótið, tá vit koma framum 2-0, og so blívur tað fýra, og tað kundi kanska eisini blivið fimm og seks eisini. 

Tað var ikki ov nógv sagt. Innleggini komu sendandi oman yvir brotsteigin hjá útiliðnum, sum hevði úr at gera við at verja so frægt, sum gjørligt. Tað var kortini ógjørligt - serliga ímóti framúr vælupplagda Árna Frederiksberg.

 - Í dag síggja vit, hvat hann kann. Og eg vil siga, at tað vóru nógvir, sum spældu væl í dag. Eg eri eisini glaður fyri, at Hanus (Sørensen, blaðm.) nú fær málini. Hann skyldaði okkum eitt sindur, segði Eyðun Klakstein.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV