- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá var kellingin góð
Fyri 35 árum síðani vóru brøðurnir Poul Johannes Poulsen og Andreas Poulsen fyri einum tilburði, sum kundi kostað báðum lívið. Teir eru útróðrarmenn og búgva við Ljósá. Teir vóru á veg til Fuglafjarðar eftir agni við seksæringinum Hjalli. Sum vanligt er hjá kønum fólki, styttu teir sær siglingartíðina við at sigla gjøgnum sundið millum Risan og Kellingina. Hóast vetrardagur var, tóktist eingin vandi á ferð. Eitt óløgið tók so bátin, sum eftir fáum sekundum fór til botns. Í sendingini greiða teir báðir frá, hvussu teir komu frá hendingini við lívinum.