Fimleikafagnaður: Hansina royndi flogið

Fimleikafagnaður: Hansina royndi flogið
Bert 17 ára gamla Hansina Nesá stóð á odda fyri teimum 85 íðkarunum, sum vóru á gólvinum fyri Flog á Fimleikafagnaðinum. Ikki nóg mikið við tí; næstan øll familjan var við
10.11.2025 - 21:11

Seytjan ára gamla Hansina Nesá fekk av álvara roynt flogið um vikuskiftið.

Hon stóð nevniliga á odda fyri teimum umleið 85 íðkarunum, sum vóru á gólvinum fyri fimleikafelagið Flog til fimleikafagnaðin í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. 

 - Tá fagnaðurin ar seinast - í 2023 - tá var eg við til at samskipa og gera nakrar seriur, og so vildi eg gjarna prøva at gera ein fagna sjálv, tí eg dámdi tað so væl, sigur Hansina Nesá.

Sum sagt, so gjørt. Í ár hevur hon gjørt allar seriurnar sjálv við, og hevur gingið á odda við øllum tí, sum annars krevst fyri at fáa eina slíka framsýning upp at standa, og tað er ikki hissini. Tíbetur hevur hon havt mestsum alla familjuna at hjálpa sær við øllum frá búnum til pallljós.

Harumframt hava Kjartan Gaard Sleire og Remi Christensen hjálpt til við venjingunum hjá teimum mongu fimleikarunum, sum skuldu á pallin.

 - Okkara leiklutir hava verið sum samskiparar og venjarar, men fyri tað mesta hava vit staðið aftanfyri Hansinu, sum hevur tikið høvuðsleiklutin á seg og hevur útviklað meginpartin av seriunum hjá okkum. So vit hava roynt at gingið henni til handa, og so eru vit eisini aktivir íðkarar eisini, greiðir Kjartan Gaard Sleire frá.

Flog hevð eins og hini trý feløgini, sum vóru við, Støkk, Ljósið og Klaksvíkar Fimleikafelag, tríggjar framsýningar farna vikuskiftið. Støkk vann fimleikafagnaðin hesa ferð.

SÍ EISINI: Støkk vann eftir stórfingnan fagna

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066

Meira um sama evni