Árni: Skulu læsa kroatar inni

Árni: Skulu læsa kroatar inni
Árni Frederiksberg er glaður fyri at vera aftur á landsliðnum eftir fleiri ára útlegd, og hann trýr upp á stig ímóti krútsterka kroatiska liðnum
Hans Erik Danielsen/FSF
Árni Frederiksberg og Poul Kallsberg miðja eftir stigum í Kroatia
13.11.2025 - 21:50

Árni Frederiksberg er fegin um, at hann gav landsliðnum ein møguleika afturat, tá Eyðun Klakstein gav honum kjansin tíðliga í ár.

KÍ-vongurin hevur í roynd og veru gjørt tað sama, sum hann hevur gjørt í Klaksvík í áravís. Hann er komin við eini rúgvu av sonevndum málstigum - málum og uppleggum - og eini turkatrúgv upp á, at Føroyar kunnu meir enn bara at vera við.

Í morgin trýr hann eisini upp á, at tað ber til at fáa stig, hóast tað er krútsterka kroatiska liðið, sum tekur ímóti í Rijeka. 

 - Um vit kanska klára at læsa kroatar inni í hasum búrinum aftanfyri málið, so kanska vit fáa eitt pent úrslit aftur í morgin, sigur hann og sipar til áskoðarapláss, sum eru væl og virðiliga innhegnað.

Árni Frederiksberg var einaferð við til at spæla javnleik ímóti júst kroatum. Tað var á U19-landsliðnum, men í morgin kann ein nýggjur javnleikur vera við til at spæla Føroyar til røkkstøkk-dyst um pláss í HM-endaspælinum næsta summar. 

Kravið er rætt og slætt, at Føroyar fáa fleiri stig enn kekkar, sum taka ímóti Gibraltar á heimavølli. Tann kjansurin kann tykjast lítil - tvær smáar sensatiónir sama dag - men Árni Frederiksberg heldur, at teir eiga at gera sítt.

 - Um vit hyggja at dystinum í Føroyum, verja vit ótrúliga væl. Tað er ikki so, at teir vassa í kjansum, minnir hann á.

 - Í mínari verð er tað væl møguligt at fáa stig í morgin og helst trý. Vit skulu bara vera skarpir í bæði verju- og kontraspælinum, eins og vit hava verið seinastu dystirnar.

Dysturin móti Kroatia byrjar klokkan 19.45 í morgin. Kringvarpið sendir beinleiðis eftir Dag og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815