René passar best ímóti Perisic

René passar best ímóti Perisic
René Shaki Joensen passar best til at spæla ein ímóti einum ímóti Ivani Perisic, sigur Atli Gregersen millum annað, tá føroyingarnir komu á leikvøllin fyri løtu síðan
14.11.2025 - 18:32

René Shaki Joensen hevur fingið lyklauppgávu ímóti krútsterku kroatunum í avgerandi HM-undankappingardystinum í Rijeka í kvøld.

KÍ-maðurin loysir av fyri ein annan KÍ-mann. Jóannes Kalsø Danielsen er nevniliga leikbannaður, og so verður tað René Shaki Joensen, sum skal royna at steðga navnframa Ivani Perisic á kroatiska vinstra veinginum. 

 - Shaki vurdera vit passar best til at spæla ein ímóti einum ímóti Perisic, segði Atli Gregersen, hjálparvenjari, tá føroyingarnir komu á leikvøllin fyri løtu síðan.

Í vinstru síðu byrjar Viljormur Davidsen inni, meðan Meinhard Egilsson Olsen verður fremsti maður.

 - Meinhard hava vit verið ekstremt væl nøgdir við teir dystirnar, hann hevur spælt fremst - tað sama við Jóan Símuni ímóti Kekkia - men valið fall so á Meinhard, sum kanska er eitt lítið sindur skjótari, segði Atli Gregersen.

 - Tað er soleiðis vit byrja, men sum vit hava hoyrt so ofta í dag, so er spurningurin, hvussu vit enda.

Við einum ella trimum stigum og hjálpt frá Gibraltar ímóti Kekkia, kunnu Føroyar tryggja sær ein røkkstøkk-dyst um pláss í HM-endaspælinum næsta summar. 

 - Vit trúgva fult og fast upp á, at vit fara út at vinna hendan dystin, tí vit hava funnið eitt konsept, og dreingirnir eru so ekstremt raskir at hjálpa hvørjum øðrum, og tað eru ikki bara teir 11, sum starta, apropos, men tað eru eisini teir, sum koma inn, segði hjálparvenjarin.

Dysturin ímóti Kroatia byrjar kl. 19.45. Kringvarpið sendir beinleiðis eftir Dag og Viku. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983